Lejlas Story Operation Christmas Child, Bosnian girl, shoe box gift,


Uploaded by olavurthomsen on 17.09.2011

Transcript:
Rakettirnar vóru tað ringasta eg minnist frá hasum krígnum.
Dag og nátt - tær hildu á og á, og tað tóktist sum tær aldri fóru at gevast.
Eg eiti Lejla Allison, -
- eg var fødd og vaks upp í Bosnia, -
- eitt land har kríggi, fátækaradømi, ólukkur og fullkomilig oyðing valdaði.
Sum ellivu-ára gamalt barn var eg útsett fyri so mangt ræðuligt. Ræðulig ting sum einki barn átti at sæð
Snigskjúttarnir, landminurnar, stríðsvagnar sum koyrdu ígjøgnum bygdirnar. Eg ræddist fyri lívinum, -
- eg var ræslusligin bara at fara útum hurðina, eg visti ikki um hetta fór at vera míni seinastu fótafet.
Øll landamørk rundanum Bosnia vóru stongd, eingin neyðhjálp kom inn í landi, -
- og tað var tá at landið kom í tað ringastu støðuna. Hyllarnar í handlunum vóru tómar.
EINGIN matur kom nakrastaðni frá. At ganga við svongd nakað sum - ein ikki kann seta orð á, -
- eg meini.. eg kann vera svong har eg búgvi nú, men tað er alsi ikki tann sama svongdin, -
- tann pínufulla svongdin.
Tá eg greiði fólki frá at eg havi børn, (og spurgt verður): "Hvussu gomul eru tey"? "Fimm og seks",
"Áh, søtur aldur". "Ja" Tað er eitt sovorið vælsignilsi at vita at -
- tey kunnu vera her hjá mær, eg kann elska tey, koyra tey í song, eg veit at eingin kemur og brýtur -
- brýtur hurðina upp at skjóta tey, ella hvør veit hvat. Eg veit at tey ganga ikki svong.
Teir einastu trupuleikar tey hava nú, er at hugsa um hvat fyri slag av "Corn-Flakes" tey fáa um morgunin.
Og tað er tað er júst soleiðis eg ynski at tey skulu hava tað.
Mamma mín vildi hava meg at fara í skúla, men eg vildi ikki tí eg hevði ordiligar skógvar.
Eg hevði eitt útsliti par av renniskóm. Eg hevði havt hesar skógvarnar í sera langa tíð.
Pápi mín hevði brúkt onkran snór at binda teir saman, men teir vóru kaldir og vátir.
Eg fekk so ilt av teimum, at eg haldi ikki eg hevði havt so ilt fyrr nakrantíð.
Eg fór avstað í skúla, eg var sera óð. Eg hevði gjørt av at kanska í dag fór eg ikki heimaftur.
Eg var so sera troytt av av vera svong, at vera bangin, at vera fátak, at vera stoytt, -
- at sýggja onnur fólk líða, sýggja onnur fólk doyggja.
Eg føldi tað sum at lívi hevði onga meining... longur.
Eftir at hava gingið í okkurt um ein tíma, kom eg hagar. Eg sá at allir floksfelagaðarnir stóðu uttanfyri.
Eg spurdi tey um hví so var, og tey søgdu at tað blivu latnar sovornar eskjur út, og um eg vildi hava eina, -
so burdi eg fari inn og fingið eina eisini. Eg hugsaði fyri mær sjálvari. "Hvat skal eg brúka eina eskju til ?"
"Hvat havi eg at koyra í hana ?" "Eg havi als einki !" Eg fór inn og stilllaði meg, har eg stiðaði meg -
ímóti vegginum, og maðurin legði merki til mín og bað me koma yvir til sín. Hann rætti mær hesa -
- eskjuna. Hon var ikki tóm! Hon hevði faktiskt okkurt í sær...
Eg tók lokið av og í eskjuni lógu einir spildur nýggjie hvítir renniskógvar.. Skógvar, út av øllum tingum -
í hesi verð so fekk eg skógvar! Í hesi løtu gekk tað upp fyri mær at onkur - onkustaðni hevði umsorgan -
- fyri mær. Tey kendu meg ikki, tey vistu einki um meg, tey løgdu tó í at pakka hasar skógva-eskjurnar.
Eg fór yvir og spurdi mannin sum gav mær eina skógva-eskju: "Hvør hevur sent hetta til mín ?"
Og hann segði mær at Jesus er Gud, Guds einasti sonur. Hann kom til hesa verð at doyggja fyri meg, -
- at vísa sín kærleika til mín.
Beinavegin fekk eg eina vissu í mínum sinni, at tað var onkur sum kendi mítt sinni. Onkur visti hvat eg ynskti, -
- onkur sum pakkaði hesa skógva-eskju til mín. Og hvør annar enn Harrin sjálvur kundi vita hetta?
Hetta var dagurin tú ið eg tók ímóti Harranum. Jesus Kristus er frelsarin í mínum lívi.
Og í dag kann eg við stoltleika siga, at tað er av Harranum Jesus, og hasari skógva-eskjuni -
at eg eri ein kristin, og at eg fari til himmals.
Eg kann bara ikki takka honum nóg mikið, fyri at geva hendan møguleikan, og fyri at finna meg, -
- allan hendan langa vegin, í umstøðunum eg var í.
Og fyri at vísa mær sín kærleika.. Hann elskaði meg, og hann vísti mær tað. Hann hevur ført meg til Amerika, -
- og hann hevur sagt mær: "Eg elski teg meir", og nú kann eg pakka mínum børnum gávur. Eg takki -
- aftur og aftur.
Ikki bara fekk eg sum 11-ára gomul hesa skógvaeskjuna, nú 15 ár seinni eri eg -
aftur her í umhvørvinum her eg vaks upp, og sleppi nú at geva skógva-eskjur á sama hátt.
"Hetta er bara so fantasktiskt, at sýggja børnini flenna og opna eskjurnar"
"Takk fyri seindingina av mínari skógva-eskju"
"Takk fyri at tit vístu mær á Jesus" "Takk fyri tí eg skal til himmals"
Má Gud vælsigna teg og tað sum tú gert, og eg biði teg at tú heldur á við tí. Tú ert við at broyta lív í ævir, -
- fyri Jesus Kristus.
Lejla Allison var ein av teimum fyrstu at móttaka eina Operatión Christmas Child skógva-eskju